1. umfar: Málskjúttar og úrslit

ítróttur12-03-2017 - 21:14 - Jóanis Albert Nielsen
Fyrsta umfar í EFFO-deildini í 2017 var í dag. Av teimum 5 dystinum endaði 3 javnir.

HB 2-0 07 Vestur
HB tók móti uppflytarnum úr Vágum í dag, og dysturin var ikki meira enn byrjaðir tá ið Martin Bergvold legði HB á odda við einum dreyma málið. Tá ið 30. minuttir vóru leiktir skoraði Sìmum Samuelsen til 2-0.
Sí myndir her.

TB/FCS/Roynd 2-1 ÍF
Nýggja felagsliðið í Suðri tók móti ÍF, og sigast má at felagsliðið fekk eina dreymabyrjan uppá samstarvi. Jón Poulsen legði heimaliðið á odda 1-0 eftir 17. min. Tá ið 25. min. vóru farnir skoraði Salmundur Bech til 2-0. Ari Ellingsgaard minkaði um munin til 2-1 tá ið 73. min. vóru leiktir.
Sí myndir her.

KÍ 0-0 Skála
Einki mál kom í dystinum, men tvey reyð kort. Jákup Andreasen hjá KÍ fekk reytt tá ið 66. min. vóru farnir. Í yvirtíðini fekk Brian Jacobsen hjá Skála tvey gul kort, og tí var hann eisini vístur av vøllinum.

Víkingur 1-1 B36
Tann heilt stóri dysturin hetta umfarið var í Gøtu har Víkingur tók móti B36. Lukasz Cieslewicz legði gestirnar á odda 0-1 eftir eitt gott korter. Gunnar Vatnhamar javnaði fyri heimaliðið tá ið 73. min. vóru leiktir.

NSÍ 1-1 EB/Streymur
Eftir bert 4. min. hevði Dan í Soylu lagt uppflytarnar úr Sundalagnum á odda 0-1. Petur Knudsen javnaði fyri NSÍ eftir 37. min.