1 skinn í part

12-05-2019 - 22:47 - Jóanis Albert Nielsen
Í kvøld legði ein grind beinini á sandinum í Bø. Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur at grindin taldi 45 hval, sum verður býtt í drápspartar.

Eftir at alt tað fasta er fari av, vóru 195 skinn eftir at býta til tey 192 fólkini ið tóku lut í drápinum. So tað verður eitt skinn í part.

Seðlarnir koma út klokkan 7 í morgin í Sørvági.