07Vestur viðhaldsfólk fara við bussi til Argir sunnudagin

22-09-2018 - 19:13 - Jóanis Nielsen

Sunnudagin spæla okkara 07Vestur menn ein avgerandi dyst ímóti AB á Argjum.

Ókeypis bussur koyrir úr Sørvági kl. 13:30.

Latum okkum nú standa saman um okkara lið, so vit verða enn eitt ár í Betri-deildini. Latum okkum ikki stuðla hvør í sínum lag, men standa saman (á sama plássi) á Argjum sunnudagin.