07 Vestur vann 4-2 á KÍ

ítróttur06-10-2018 - 21:42 - Jóanis Albert Nielsen
3. seinasta umfar í Betri-deildini hevur verið á skránni í dag. Í Sørvági vitjaði KÍ 07 Vestur.

07 Vestur byrjaði sera væl, og longu eftir 3. min. hevði danski áleyparin hjá 07 Vestur skorað til 1-0. Eftir 10. min. økti Ken Fagerberg um leiðsluna til 2-0. KÍ kom tó væl aftur í fyrra hálvleiki, fyrst minkaði Kristoffur Jakobsen til 2-1 eftir 38. min, og løtu seinni javnaði Páll Klettskarð. 

Í seinna hálvleiki gjørdi Børge Petersen sjálvmál og so var 07 Vestur aftur á odda. Sonny bæði byrjaði og endaði málveistluna á Dungasandi tá ið hann skoraði í yvirtíðini til 4-2.

Nr.
Lið
D
V
JT
Mál
S
1.HB25221253-16 (+37)67
2.B3625155552-29 (+23)50
3.NSÍ25154659-24 (+35)49
4.25153744-22 (+22)48
5.Víkingur25116838-32 (+6)39
6.SKÁLA25751326-35 (-9)26
7.TB/FCS/Royn25741425-39 (-14)25
8.EB/Streymur25481327-48 (-21)20
9.07 Vestur25511927-67 (-40)16
10.AB25431812-51 (-39)15