Mynd tá ið Sonny skoraði móti AB fyri viku síðani.

07 Vestur vann 4-1 á Víkingi

ítróttur19-08-2018 - 17:30 - Jóanis Albert Nielsen

19. umfar í Betri deildini hevur í dag verið. 

07 Vestur sum hevur verið niðast á stigatalvuni í alt ár, hevur seinastu dystirnar skava stig saman og eru eftir sigurin í dag ikki niðast longur.

Longu eftir lítlan hálvan tíma fekk Víkingur Andreas Lava Olsen vístan av vølli, og nú skuldi Víkingur spæla restina av dystinum við 10 monnum móti 11. Beint fyri hálvleik skoraði Sonny Jakobsen fyri 07 Vestur, og var hálvleiksstøðan eisini 0-1 til gestirnar.

Eftir at ein tími var leiktur av dystinum var Sonny aftur uppá spæl og legði 07 á odda 0-2. Spæli var ikki meira enn sett í gongd aftur tá Hanus Jacobsen minkaði um munin til 1-2. Tá ið 70. min. vóru leiktir fekk 07 Vestur brotsspark, sum liðskiparin Høgni E. Nielsen tók sær av, hann brendi men var fyrstur á returinum og so var 1-3. Beint fyri leiklok fekk Sonny sítt 3. mál og økti um munin til 1-3.

Stigatalvan (FaroeSoccer)

 
1
20
17
1
2
42
14
+28
52
2
20
14
2
4
37
14
+23
44
3
19
12
3
4
42
15
+27
39
4
19
11
2
6
32
23
+9
35
5
19
10
4
5
38
25
+13
34
6
19
4
6
9
20
31
-11
18
7
19
5
3
11
16
29
-13
18
8
19
4
3
12
17
33
-16
15
9
19
3
1
15
19
47
-28
10
10
19
2
3
14
9
41
-32
9