07 Vestur styrkir seg við ukreinskum miðvallara

ítróttur04-03-2018 - 18:58 - Jóanis Nielsen

Í dag hava 07 Vestur styrkt seg við Kyrylo Silich, sum er framrættaður leikari úr Ukraina. 27-ára gamli Kira, sum hann verður róptur, kemur til 07 Vestur úr Jonava, í bestu deildini í Litava.

Kira er uppvaksin í ungdómsdeildunum hjá Odessa í Ukreina. Hann er vinstrabeintur framrættaður miðvallari, sum eisini kann spæla í álopinum.

Seinastu árini hevur hann spæla í fremstu røð í Estlandi, Letlandi og Litava, haðani hann kemur nú. Áðrenn tað, hevur hann spæla í heimligu kappingini. Í Letlandi hevur hann vunnið steypakappingina. Við Sillamäe úr Estlandi, hevur hann eisini spælt í Europa League.

Kyrylo Silich verður roknaður sum góður styrkur hjá 07 Vestur