07 Vestur spælir eisini í EFFO-deildini komandi kappingarár

ítróttur21-10-2017 - 14:31 - Jóanis Albert Nielsen
1. deild er júst liðug, og úrslitini gjørdis soleiðis, at 07 Vestur flytir ikki niður úr EFFO-deildini, hóast teir endaðu nummar 9 í EFFO-deildini. B68 hevði møguleika at flyta upp úr 1. deild, men av tí at teir endaðu nummar 4 í 1. deild, flytir bara eitt lið úr EFFO-deildini. 

B68 gjørdi annars sítt til at vinna í dag, tá ið teir vunnu 6-1 á ÍF.
KÍ vann 2-0 á AB, og endar KÍ sostatt nummar trý í 1.deild trý stig frammanfyri B68.

AB flytir úr 1. deild í EFFO-deildina.
ÍF flytir úr EFFO-deildini niður í 1. deild.