Liðskiparin, Høgni Egilstoft Nielsen, og lið- og starvsfelagin, Niels Mouritsen, skutu hvør síni tvey mál. (Mynd: www.jn.fo)

07 Vestur smurdi EB/Streym av á Dungasandi

ítróttur18-08-2019 - 13:19 - Jóanis Albert Nielsen

07Vestur.fo skrivar: 07 Vestur tóku ímóti EB/streymi á Dungasandi í góðveðrinum í dag. Í eini roynd at sleppa úr botninum møttu gestirnir við fleiri leikarum úr Betri-hópinum í byrjunaruppstillingini.

Trýst var tískil á heimaliðnum - sum eftir summarsteðgin bert hevur verið mannað við lokalum leikarum - skuldi dreymurin at flyta upp røkkast.

Dysturin byrjaði við harðligum spæli, har serliga útiliðið legði nógv fyri í nærdystunum. Eina løtu tóktist dómarin, Rúni Olsen, at missa tamarhaldið á dystinum, men heimaliðið læt seg ikki ávirka av harðliga spælinum og eftir 12 minuttum gav hettar úrslit. Eftir langt innkast úr høgru síðu, tók EB/streymaverjan hondina til hjálpar. Brotsspark til 07 Vestur, sum Høgni Nilsen setti trygt í netið.

Efitr 20 minuttir fekk 07 Vestur fríspark stutt uttanfyri brotsteigin, sum Asbjørn Heðinsson skeyt í múrin. Ásmund Hansen vann returin úti í høgru síðu, og legði bóltin flatt innfyri har Niels Mouritsen sera hegnisliga legði bóltin í handara mállhorn. 2-0- og 07 Vestur hevði fult tamarhald á dystinum.

EB/Streymur royndi at leggja trýst á, og eftir 30 min. fekk útiliðið eitt heldur ivasamt brotsspark. Niklas Kruse tók bóltin inn um verjuna hjá 07 Vestur við arminum og varð feldur uttanfyri brotsteigin av Silasi Eyðsteinssyni. Bæði Niklas og Silas fingu skaða í samanbrestinum og vórðu útskiftir. Niklas mátti út beinanvegin, ímeðan Silas varð skiftur út í hálvleikinum. Rói Olsen skoraði trygt uppá brotssparkið og so var aftur spenningur í dystinum.

Spenningurin vardi tó ikki leingi tí áðrenn hálvleik setti Høgni Nielsen bóltin í netið við einum miseydnaðum innleggi frá baklinjuni. Innleggið sigldi omanfyri málmannin yvir í handaru stong og inn. Stutt eftir setti Niels Mouritsen bóltin í netið eftir sera gott uppspæl í vinstru síðu. Veteranurin Tór Ingar Akselsen vann bóltin eftir EB/Streyma horna og setti ferð á fram ígøgnum miðjuna og sendi Asbjørn Heðinson í dýbdina við eini sera góðari avlevering. Asbjørn sendi bóltin flatt inn fyri har Niels kom skreiðandi, og so var 4-1 og dysturin avgjørdur.

Hóast EB/Streymarnir stríddust mannliga fyri at minka um munin í seinna hálvleiki, var sigurin ongantí ðí vanda. Verjan hjá 07 Vestur stóð sera væl og um hepni var við 07 Vestur kundi sigurin verið størri.