07 Vestur og B71 leiktu javnt

ítróttur07-03-2020 - 19:14 - Jóanis Albert Nielsen
07 Vestur var í dag á vitjan hjá B71 í ársins fyrsta umfarið í 1.deild.

Gilli Samuelsen legði 07 Vestur á odda longu eftir 8. min. Eitt korter seinni javnaði Tummas Pauli Olsen fyri heimaliðið, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Einki mál kom afturat í dystinum, men tó kom eitt reytt kort í seinna hálvleiki til Tijani Mohammed. B71 spældi síðsta hálva tíman við 10 monnum ímóti 11.