
Mynd: Fróði Heri Poulsen
07 Vestur hevur undirskrivað sáttmála við Machell
ítróttur24-06-2018 - 19:42 - Jóanis Albert Nielsen
Fyri einari viku síðani kom Charlie Machell úr Onglandi at royndarvenja við 07 Vestur, felagið og Machell hava seinasta dagarnar fingið tað seinasta uppá pláss, og í dag var so sáttmálin undirskrivaður við Machell.Machell hevur tað seinasta kappingarárið leikt við Thisted í næstbestu donsku deildini. Áðrenn tað hevur hann leikt fýra ár í USA tá ið hann gekk í skúla í USA. Hann er annars uppvaksin í Newcastle í Onglandi.
Machell er 23 ára gamal, og spælir sum miðvallari.
Annar styrkur er eisini ávegis til 07 Vestur.
Les eisini: Útskifting í hópinum hjá 07 Vestur