07 Vestur fekk 33.200 krónur fyri ein veðr

14-10-2019 - 10:00 - Jóanis Albert Nielsen
Leygarkvøldið hevði 07 Vestur uppboðsølu av livandi lombum og einum veðri.

Meðan lombini blivu seld á vanligari uppboðsølu, og var veðrurin úr Seyðaskor í Sørvági seldur á meksikanskari uppboðsølu. Tað endaði við at Bárður Leonson bjóðaði síðst uppá veðrin, og fekk 07 Vestur 33.200 kr. fyri hann.