Mynd: Per Joensen

07 Vestur er steypavinnari eftir eina spennandi finalu

ítróttur09-09-2017 - 19:00 - Jóanis Nielsen

Talan var um eina inntensa og opna finalu hjá U14 í dag. Áskoðarar og hyggjarar fingu eina góðan dyst, har 07 Vestur at enda var omaná.

Tað leikaði javnt á frá byrjan, men 07 Vestur tók rímiliga skjótt eitt sindur yvir og hevði fleiri góðar møguleikar. Eftir tjúgu minuttir fekk 07 Vestur horna í vinstru síðu. Hornasparkið kom væl innfyri, og har stútaði miðverjin Hann Ole-Jacobsen bóltin væl í málið. Men næstan beinavegin javnaði AB/B71. Áleyparin Bára Heinesen jagstraði ein leysan bólt, og fekk akkurat prikað hann framvið málverjanum, ið kom leypandi út. 1-1 og restina av hálvleikinum bylgjaði dysturin aftur og fram, les meira á portal.fo her.