07 styrkir seg við enn einum úr suðuroynni

ítróttur19-01-2019 - 21:48 - Jóanis Albert Nielsen

Fyrr í vikuni skrivaðu vit, at 07 Vestur hevði gjørt sáttmála við 24 ára gamla Eirikur M. Ellendersen, og í kvøld hevur felagið undirskrivað sáttmála við enn ein spælara úr suðuroynni, talan er um Hera E. Kjærbo.

 Heri er 23 ára gamal, og spælir hann vanliga sum verjuspælari. Seinastu tvey kappingarárini hevur hann verið partur av TB/FCS/Royn. Heri hevur spælt 81 dystir í bestu deildini hjá monnum.

Felagið hevur eisini undirskrivað sáttmála við 41 ára gamla Ivan Stojkovic, Ivan hevur seinastu trý árini verið partur av 07 Vestur. Ivan skal vera málmansvenjari hjá øllum málmonnum í felagnum, og eisini skal hann vera tøkur um brúk er fyri honum í teimum eldru deildinum. Ivan hevur spælt 108 dystir í bestu deildini hjá monnum.