
0,7 skinn í part í Fuglafirði
04-06-2019 - 17:21 - Jóanis Albert Nielsen
Tíðliga seinnapartin legði ein lítil grind beinini í Fuglafirði. Drápið gekk væl, tað tók bert fýri minuttir.
Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur við jn.fo, at seðlarnir koma út klokkan 19 á kaiini í Fuglafirði.
Grindin verður býtt í drápspartar. 29 bátar vóru við í rakstrinum og fáa teir tilsamans 114 partar. Á sandinum vóru 122 fólk. 21 hval løgdu beinini og vóru tað merkt 203 skinn tilsamans.
Drápspartarnir vera umleið 0,7 skinn upplýsir Finnbogi fyri jn.fo.